Slag: Kirkja

Kirkjan á Eiði
Fólk í Eiðis sókn vildu fegin hava nýggja kirkju (1874), og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hon skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin – á ringasta veðurplássið í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man…

Kirkjan í Elduvík
Hin 20. januar 1947 samtyktu elduvíkingar samlaðir í Elduvíkar skúla, at fara undir at byggja eina kirkju. Nevnd var niðursett, við Salomen Joensen presti, sum formanni, at hava málið til viðgerðar. H.C.W.Tórgarð, arkitektur varð biðin um at gera eitt skitsuprojekt. Nevndin avgjørdi saman við honum, at gomlu trækirkjurnar skuldu nýtast sum fyrimynd, men við teimum nútímans…

Kirkjan í Fuglafirði
Fuglafjarðar kirkja er fólkakirkjan í Fuglafirði, á eystursíðuni á Eysturoynni. Kirkjan er tekna av danska arkitektinum Holger Jensen, sum hevur staðið fyri og tekna yvir 60 kirkjur. Hon hevur 380 sitipláss, umframt onnur 80 sitipláss á síðuskipi. Orglið er frá Marcussen & Søn frá 1989, og hevur 26 stemmur. Hon varð vígd tann 10. juni…

Kirkjan í Mikladali
6. juli 1855 er kirkjusýn í Mikladali, og har siga sýnsmennirnir, at kirkjan er í so ringum standi, at hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja…

Kirkjan í Árnafirði
Hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar, í august 1932, sendu umsókn til løgtingið um studning til gerð av nýggjari kirkju. Kirkjukassanevndin vildi síggja tekningar og eina kostnaðarætlan, áðrenn játtan kundi gevast. Tí settu árnfirðingar seg í samband við H.C.W. Tórgarð, byggimeistara í Havn, og fingu…

Kirkjan á Viðareiði
20. november 1892 varð nýbygda kirkjan á Viðareiði sýnað og góðkend av J. Heinesen og S. Fr. Jacobsen. Seinni sama dag varð kirkjan vígd av J. C. Evensen, prósti. Í góðveðrinum var nógv bygdafólk komin saman, og gingu tey hátíðarliga skrúðgongu úr gomlu kirkjuni (frá 1831) í ta nýggju, saman við gestum úr norðoyggjum. Við…

Kirkjan í Svínoy
Kirkjan í Svínoy stendur oman fyri bygdina, á eini høvd, og ikki sum í øðrum bygdum, niðast á bakkanum. Hon er ikki flutt higar í nýggjari tíð, men hevur staðið her alt tað fólk vita, og fleiri undan henni. Annar gravstaður er heldur ikki kendur enn her við kirkjuna. Kirkjan undan hesari varð niðurtikin í…

Kirkjan á Kirkju
Í 1818 var hent tað, at báturin á Kirkju, sum allir fullførir menn í bygdini róðu út við, umkomst sunnan fyri bygdina, og allir menninir doyðu uttan Mittúnsbóndin, men hann og konan doyðu fá ár seinni av landfarssótt (tyfus), so tað var ein dyggur smeitur fyri bygdina. Líka dyggur var smeiturin, tá amtmaðurin – stutt…

Kirkjan í Hattarvík
Tann 5. februar 1818 vóru teir flestu av monnunum á Kirkju – sjey í tali – á útróðri. Á heimleið drakk báturin í ósløttum sjógvi, og hann sakk. Bert tveir vórðu bjargaður, men annar teirra doyði, áðrenn teir vunnu upp hús í Svínoy. Tá oyggin, stutt eftir hetta, skuldi hava nýggja kirkju – sum higartil…

Kirkjan í Leirvík
Í 1901 senda leirvíkingar umsókn til tingið og kirkjuinspektiónina um stuðul til at byggja kirkju. Kommunustýrið viðmælir umsóknina. Sagt verður frá, at nú eru 308 fólk í bygdini, og hon veksur støðugt. 58 menn við Óla Olsen løgtingsmanni á odda skriva undir umsóknina. Teir lova, at bygdin skal bringe betydelige ofre fyri at fremja arbeiðið.…