Slag: Kirkja

  • Kirkjan á Glyvrum

    Kirkjan á Glyvrum

    Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, danin Kristian Vilhelm Nielsen, sum var búsitandi á Nesi frá 1917 til 1927. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna. Í 1924 byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag 1925 var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalikin, breyðílati, messuakulin…

  • Kirkjan á Nesi Toftir

    Kirkjan á Nesi Toftir

    Eldra kirkjan á Nesi. Eldra kirkjan, sum nú er í Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu (minst tríggjar). Henda kirkjan er í bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur fyri Eysturoynna og Føroya Próstur. Kirkjan hevur staðið í gerð frá seinast í mai mánaði 1843 til uml. 6 desember sama…

  • Fríðrikskirkjan

    Fríðrikskirkjan

    Í nógv ár ynsktu fólk í Nes kirkjusókn at fáa eina nýggja kirkju, av tí at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Longu í seksti árunum varð arbeitt við at finna rætta plássið at byggja hana á. Í 1983 varð kirkjuskattur innførdur í sóknini og varð allur peningurin avsettur til at byggja kirkju fyri. Í 1991…

  • Kirkjan í Funningi

    Kirkjan í Funningi

    Funnings og Porkeris kirkja eru tær yngstu, sum enn standa uppi, av hesum kirkjum, sum ofta verða nevndar tann gamla føroyska bygdakirkjan, við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum og flagtekju. Tær eru bygdar í 1847. Ætlanin var, at Funnings kirkja skuldi byggjast árið fyri, meslingar fóru at ganga, og sum altíð tá vóru teir…

  • Kirkjan á Selatrað

    Kirkjan á Selatrað

    3. jóladag, dagin eftir jólaveitsluna, í 1925 kallaði Andrias Weihe fólkið saman til fundar í skúlanum og segði fram hugsan sína um at fáa kirkju aftur til bygdar – tá hevði Selatrað verið uttan kirkju í 300 ár. Hann segði, at hann hevði tosað við sóknarprestin, sum tá var K. Vilhelm Nielsen, og hann var…

  • Kirkjan á Skála

    Kirkjan á Skála

    Ivaleyst hevur ígjøgnum longri tíð nógv verið tosað manna millum um at fáa bygt kirkju á Skála, og tá tingið í 1925 játtaði stuðul til kirkju á Selatrað, hevur hetta skundað undir at fáa gjørt nakað við kirkjumálið. Í fundarbókini viðvíkjandi Skála kirkju er fyrstu ferð skrivað 10. nov. 1929, tá fimm nevndarlimir møttust hjá…

  • Kirkjan við Norðskála

    Kirkjan við Norðskála

    Í 1920’unum varð av álvara farið undir at tosa um at fáa bygt kirkju, um várið 1927 verður bygginevnd vald, og í 1929 senda nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri umbøn til Føroya Løgting um at fáa studning til at byggja kirkju. Presturin á Nesi tá, Wilhelm Nielsen hevur fyrrapartin í tjúgunum…

  • Kirkjan við Gjógv

    Kirkjan við Gjógv

    Av skjølum sæst, at longu í 1905 høvdu gjáarmenn ein umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn. Men tað skuldi vísa seg at verða drúgt at koma á mál – ferð aftaná ferð fingu teir noktandi svar frá myndugleikunum. Um heystið 1925 var so ein 7-manna nevnd sett við tí endamáli at…

  • Kirkjan á Eiði

    Kirkjan á Eiði

    Fólk í Eiðis sókn vildu fegin hava nýggja kirkju (1874), og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hon skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin – á ringasta veðurplássið í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man…