Slag: Kirkja

Kirkjan í Rituvík
—
by
Fyrst í 50-árunum tóku menn úr Rituvík seg saman og settu eina kirkjunevnd, sum hevði sum endamál at fáa kirkju bygda í bygdini. Heitt varð á H.C.W.Tórgarð arkitekt at tekna kirkjuna, og tað vildi hann fegin. Rudding, undirlendi og veg til kirkjuna hava rituvíkingar gjørt í felag og lønarleyst. Jógvan Lamhauge byggimeistari sáli, Runavík, tá…

Kirkjan í Dali
—
by
Kirkjan er bygd í 1957 Í árinum 1953 hin 27. januar vóru dalbingar komnir saman til fundar í skúlanum, eftir áheitan frá Malvinu Clementsen, lærarinnu, fyri at tala um at fáa kirkju í bygdini. Á fundinum komu tey ásamt um, at fyrst skuldi kirkjugarðurin, sum kirkjan skuldi standa í, gerast. Ein bygginevnd var sett í…

Kirkjan á Tvøroyri
—
by
3. februar 1905 var farið í gongd við arbeiði uppá nýggju kirkjuna á Tvøroyri. J.A. Arge var biðin um at gera grótarbeiði og gjørdi hann eina skitsu av grundplaninum. Síðani var Viggo Bertram, arkitektur, í Keypmannahavn biðin um at gera tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan, hæddin skuldi vera 7…

Kirkjan í Haldórsvík
—
by
Tann sjáldsama áttahyrnta kirkjan í Haldórsvík varð bygd í 1856, eitt hugskot hjá sóknarprestinum C.V. Pryts. Í síni ætlan skrivar hann »kirken skal bygges efter en hidtil på Færøerne ukendt plan«. Fyrimyndin var barokkkirkjan á Frederiksberg í Keypmannahavn. Av fíggjarligum ávum varð hon tó ikki endaliga liðug fyrr enn í 1932. – Jóan Pauli Joensen…

Havnar kirkja
—
by
Skrivstovan Tlf. 31 39 00 – er opin: týsdag til fríggjadag kl. 16.30 – 18.00 T-postur: havnar@kirkja.fo – Kirkjuvegur 3, 100 Tórshavn. Fyrsta kirkjan varð bygd í 1609 Úti á Reyni, tann næsta í 1788 við Bryggjubakka, tað er sama kirkjan, sum enn stendur, men hon varð heilt umbygd í 1865. Árið 1780 verður Rasmus…

Kirkjan í Hvannasundi
—
by
Í 1933 varð H.C.W. Tórgarð, arkitektur í Havn, biðin um at gera tekning og kostnaðarmeting til nýggja kirkju í Hvannasundi. Men málsviðgerðin skuldi vísa seg at verða drúgv, so arbeiði uppá kirkjuna byrjaði ikki fyrr enn í 1948. Tekningin vart tó tann sama, ein kirkja við veggjum úr beton, klødd innan við viði og tekju…

Kirkjan í Nólsoy
—
by
Tann kirkjan, ið nú stendur á Kirkjutanganum, er bygd í 1863. Í 1863 ger Niels Lassen Arge, sonur Andras á Argjum, yvirslagið yvir nýggju kirkjuna. Fyri byggingini stóð elsti bróðurin, Mortan Andrasson. Alt jarnarbeiðið ger Niels kortini sjálvur. Tekning av kirkjuni er eingin til skjals. Millum nólsoyingar verður sagt, at ein dansk-íslendingur, Sivertsen av navni,…

Kirkjan á Húsum
—
by
Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna 6. sunnudag eftir trinitatis hin 11. juli 1920. Hin 23. apríl 1916 sendi bygdaráðið fyri Kunoyar, Mikladals og Húsa sókn soljóðandi skriv til Færø Amt og Provsti: Man tillader sig herved at anmode den høje Kirkeinspektion om at fremskaffe en Tegning til en ny Stenkirke med Jerntag i Husum, der…

Kirkjan í Kunoy
—
by
Sambært pappírslepa, sum framvegis er til skjals í lesipultinum, verður byrjað at byggja nýggju kirkjuna hin 20. mai 1867, og longu hin 17. oktobar sama ár er nýggja kirkjan liðug sambært hesum sama lepa. Viðurin skal vera tilgjørdur niðri á hellu og einki sprek skal hava verið minni enn hálvanannan tumma, sum kom til kirkjuna.…