Slag: Kirkja

  • Kirkjan í Kollafirði

    Kirkjan í Kollafirði

    Kollafjarðar kirkja, sum stendur á laðaðari grund, er úr timbri við flagtekju og torni. Hon stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv. Spurningurin um at byggja nýggja kirkju í Kollafirði og í Kvívík varð reistur á vártingi í 1837. Eitt sindur av kapping hevur verið ímillum bygdirnar um, hvør skuldi vera fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar…

  • Kirkjan í Tjørnuvík

    Kirkjan í Tjørnuvík

    Sum kunnugt, so vórðu partar av gomlu kirkjuni í Tjørnuvík fluttir til Saksunar í 1857. Saksun fekk egna kirkju og Tjørnuvík kom at hoyra undir nýggju kirkjuna í Vík. Og úti við 80 árum varð Tjørnuvík uttan kirkju. Bratta og ofta illgongda leiðin til Víkar var ein av grundgevingunum, tá 65 navngivin fólk úr Tjørnuvík…

  • Kirkjan í Kaldbak

    Kirkjan í Kaldbak

    Í einum lítlum kirjugarði vestarliga í gomlu bygdini á einum tanga út móti Kaldbaksfirði liggur tann vakra, vælhildna kirkjan bygd í árinum 1835. Kirkjan er bygd sama sniði, sum er eyðkent fyri flestu føroysku kirkjurnar frá sama mundi. Hon stendur á einari lágari hvítkálkaðari steingrund. Sjálv kirkjan er úr timbri við flagtekju og er tjørað…

  • Kirkjan í Hoyvík

    Kirkjan í Hoyvík

    Kirkjustræti 8188 HoyvíkTlf.: 319525 – skrivstovan er opin mikudag frá kl. 14.00 til 16.00.T-postur: hoyvíkar@kirkja.foSóknarprestur, Theodor Eli Dam Olsen, tlf. 237337Sóknarprestur, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, tlf. 237338 Sí møgulig tiltøk niðast á síðuni! Fólk úr Hoyvík, av Hvítanesi og úr Hoydølum gingu til Havnar í kirkju. Tá, fyri eini hálvthundrað árum síðani, stóðu nøkur fá hús…

  • Vesturkirkjan

    Vesturkirkjan

    Skrivstovan Tlf. 31 42 51 Teldupostadr.: vesturkirkjan@olivant.fo  Er opin: Týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 16.00 – 17.30  Slóð til: vesturkirkjan.fo Henda nútímans kirkja er kanska hin mest undrunarverdi bygningur á oyggjunum. Vesturkirkjan, vígd í 1975, er í royndum einføld, men hon er vøkur, stílrein og tignarlig. Hitt einfalda er reglufast ført ígjøgnum til minstu smálutir. T.d. kunnu…

  • Kirkjan á Argjum

    Kirkjan á Argjum

    Kirkju og Miissiónshús Um tað ikki var fyri tornið, ið stendur í túninum uttanfyri, hevði ein neyvan hugsað sær, at hetta veruliga var ein kirkja. Men Argja kirkja, vígd í 1974, er jú eisini meira enn ein vanlig kirkja, av tí hon samstundis verður nýtt sum eitt slag av kirkjuligum samkomuhúsið. Bæði uttan og innan…

  • Kirkjan í Kirkjubø

    Kirkjan í Kirkjubø

    Kirkjan í Kirkjubø – eisini nevnd Ólavskirkjan – er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a. fram á tríggjar gólvfláir úr miðøld. Í hesum fláum…

  • Kirkjan við Gøtugjógv

    Kirkjan við Gøtugjógv

    Kirkjan stendur í Gøtugjógv. Nýggja kirkjan í Gøtu, stendur í Gøtugjógv og varð vígd tann 25. juni í 1995 av biskoppi Hans Jacob Joensen. Drotning Margreta II var við til vígsluna, saman við biskuppum úr hinum norðanlondunum. Nýggja kirkjan varð bygd orsaka av at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Arbeiði at fáa gongd á…

  • Kirkjan við Sjógv á Strondum

    Kirkjan við Sjógv á Strondum

    Í 1834 verður farið undir nýggja kirkju á Strondum. Orsøkin er, at tann gamla er vorðin ov lítil. Í kirkjusýninum frá 1830 verður sagt: Kirken befandtes at være for liden for Menigheden, og í 1831: Kirken har den væsentlige Mangel, at den er for liden for Menigheden. Harafturat stendur, at kirkjan er í góðum standi.…

  • Kirkjan í Norðagøtu