Slag: Kirkja

  • Kirkjan í Sumba

    Kirkjan í Sumba

    Í nøkur ár hevði verið tosa um nýggja kirkju, og menn í Sumba høvdu í 2 ár verið í holt við at bróta grót og samla tilfar, tá prósturin í 1885 legði fram umsókn um for Kirkekassernes Regning at lade paabegynde Opførelsen af Sumbø Kirke til forestaaende Foraar. Bygginevnd var sett frammanundan, við m.ø. J.C. Evensen,…

  • Kirkjan í Sørvági

    Kirkjan í Sørvági

    Í 1842 varð nýggj kirkja bygd, sum var 24 alin til longdar og 12 alin breið. Hon var úr timbri og hevði flagtekju og torn. Hesari kirkju var ikki langt lív lagað, tí náttina millum 7. og 8. januar 1886 fórst hon av óveðri. Men sørvingar vóru skjótir í vendingini. Tí longu sama ár, við…

  • Kirkjan í Bø

    Kirkjan í Bø

    Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø. Arbeiði tók fimm mánaðir og kirkjan stóð liðug 16. oktober sama ár. Jens Christian Heinesen úr Sørvági var valgdur at standa fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta aðrar timburmenn, sum hjálptu honum at smíða og gera ymsit…

  • Kirkjan í Miðvági

    Kirkjan í Miðvági

    Grundarsteinurin til Miðvágs kirkju varð lagdur 1. sunnudag eftir trinitatis 1948, og varð hon vígd 28. september 1952. Ynski um nýggja kirkju var tó eldri enn so, tí tekningin, sum Heini Joensen, byggimeistari, á Ryggi í Miðvági – Bóndaheini – teknaði, og sum kirkjan er bygd eftir, er dagfest í mai 1930. Sum ungur fór…

  • Kirkjan í Sandavági

    Kirkjan í Sandavági

    Sandavágs Kirkja er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917. Magnus Jacobsen – Magnus av Kamarinum – teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70m long og 9,60m breið. Undir byggjarínum var hann sjálvur byggi-meistari og formaður. Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias…

  • Kirkjan í Vestmanna

    Kirkjan í Vestmanna

    27. august 1894 skriva Jens Christian Evensen, próstur, og Lorentz Buchwaldt, amtmaður, vegna Føroya próstadømi og Føroya amti til Føroya Løgting um at byggja nýggja kirkju í Vestmanna. Tann 6. september kemur álit frá Kirkjukassanevndini og hon sigur: Det maa formentlig betragtes som en Selvfølge, at Vestmanhavns Kirke, der i lange Tider har været kasseret,…

  • Kirkjan í Hósvík / Hósvíkar Kirkja

    Kirkjan í Hósvík / Hósvíkar Kirkja

    Í 1913 fór Gudmund Danberg við lista um bygdina og fekk fólk at stuðla byggingini av nýggjari kirkju í Hósvík. Í 1916 verður umbøn um stuðul send løgtinginum, sum meira enn helmingurin av bygdarfólkunum hava undirskrivað. Umsóknin verður ikki gingin á møti, og somu lagnu fær ein umsókn í 1924. Bygdarfólkið fellur ikki í fátt,…

  • Kirkjan í Kvívík

    Kirkjan í Kvívík

    Í seinasta helmingi av 19. øld vaks fólkatalið í Kvívik skjótt. Og í 1901 sendu kirkjuverjarnir umsókn til kirkjuumsjónina, um at fáa bygt upp í verandi kirkju. Men ein løgtingsnevnd viðmælti løgtinginum at játta pening úr Norðstreymoyar prestgjalds kirkjukassa til bygging av nýggjari kirkju ístaðin. So varð farið undir at fáa tekning til vegar og…

  • Kirkjan í Hvalvík

    Kirkjan í Hvalvík

    Sjeynda – og núverandi – kirkjan er bygd í 1829 og er sostatt tann elsta av hesum gomlu kirkjunum. Løgið er, at so stórur ivi hevur staðist av aldrinum á hesi kirkju. Lesa vit tað, sum hevur verið skrivað um hana, so fáa vit at vita, at hon er bygd í 1839 – tað verður…

  • Kirkjan í Saksun

    Kirkjan í Saksun

    Við kirkjusýnið í 1850 var Tjørnuvíkar kirkja í so ringum standi, at ikki var hugsingur um at gera annað enn at taka hana niður og byggja eina nýggja. Tað var ikki at siga saksuningar illar fyri, at teir vóru lítið hugaðir at vera við til at byggja eina nýggja kirkju í Tjørnuvík, sum teir lítið…