Slag: Kirkja

Kirkjan í Skúgvi
—
by
Tað hevur sjálvandi ikki verið eftir einum degi, at støða hevur verið tikin til at gera nýggja kirkju. Í nevndaráliti undirskrivað av kirkjunevndini 5. okt. 1930 verður soleiðis tikið til: Meinigheitsráðið í Skúvoyar sókn hevur sent bræv til tingið, harí tað biður um tingsins hjálp til at fáa nýggja kirkju bygda í Skúvoy, tí verandi…

Gamla kirkjan í Klaksvík
—
by
Hendan kirkjan er niðurtikin umleið 1966, tá kirkjan varð 100 ár. Christianskirkjan varð tikin í nýtslu í 1963.

Christianskirkjan
—
by
Nakrir av teimum, ið bygdu Christianskirkjuna. Helst vakrasta kirkja í Føroyum. Dugnaligir menn. Kirkjan er teknað av danska arkitektinum Peter Koch. Alt arbeiðið er sera væl frágingið.Eg kennist bara við fýra av monnunum. Teir eru Berti Lydersen, Sakaris Lydersen, Arni Rein og Jógvan í Reyðhúsi (Joensen?).Veit onkur at siga hvørjir allir eru, og hvar teir…

Kirkjan á Sandi
—
by
Kirkjan, ið stóð undan núverandi kirkju, var bert 76 ára gomul, so neyvan hevur hon verið í so ringum standi. Heldur man vera, at hon var vorðin ov lítil. Eftir støddini at døma (13m * 4,9m) hevur hon neyvan rúmað meira enn 80 fólkum, og í 1839 var manntalið í Sóknini vaksið til uml. 250. Á…

Kirkjan í Sandvík
—
by
Í 1840 varð nýggj kirkja bygd úti í Bø í Froðba. Seinni – í 1856 – varð henda kirkjan flutt inn til nýggja búplássið við fjørðin, Tvøroyri. Búplássið vaks skjótt og skjótt var kirkjan vorðin ov lítil og um aldarsskiftið fóru serliga Mortensensmenninir at tosa um at byggja nýggja kirkju. Sandvík, sum vit kenna hana í…

Kirkjan í Hvalba
—
by
18. september 1931 var viðtikið í løgtingsins kirkjunevnd, at hvalbingar nú kundu fara undir at byggja nýggja kirkju. Tekningin, sum nevndin hevur havt at taka støðu til, er tann frá arkitektinum, Jens Paula við Sílánna. Bygningurin er ætlaður at vera trækirkja bygd á gomlu kirkjugrundina í Skálum. Eftir at løgtingsins kirkjunevnd hevði verið í Hvalba,…

Kirkjan í Fámjin
—
by
Kirkjan í Fámjin í dag er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876. Hon er 22 x 11½ alin til støddar. Orsøkin til, at farið varð undir at byggja nýggja kirkju, finna vit í kirkjusýninum frá 18. juni 1873. Har stendur, at gamla kirkjan frá 1826 er í ógvuliga ringum standi, og sýnið…

Kirkjan í Hovi
—
by
Á vári 1914 kemur ein fyrispurningur frá Færø Amt og Provsti til kirkjuráðið í Vági um at lata hovbingum ta gomlu kirkjuna í Vági, tá ið vágbingar høvdu bygt nýggja. Hetta hevur kirkjuráðið einki ímóti og játtar at lata hovbingum kirkjuna fyri einki, av tí einki av tí gomlu kirkjuni verður brúkt aftur í teirri…

Kirkjan í Porkeri
—
by
Í oktober mánaði 1846 spyr kirkjuinspektiónin prestin Andreas Djurhuus, sum var prestur í Suðuroy frá 1843 til 1850, um nakar er har suðuri, ið kann standa fyri byggingini av nýggjari kirkju í Porkeri. Í aftursvari, seinni í sama mánaði, heldur Andreas Djurhuus, at hann ikki kann ávísa nakran har á oynni, sum hann heldur er førur…

Kirkjan í Vági
—
by
Málið um nýggju kirkjuna í Vági skuldi vísa seg at verða sera drúgt. Á fundi 16. november 1913 í kirkjuráðnum í Vági varð avgjørt at skriva til Strømmens Trævarefabrik í Oslo og fáa nakrar upplýsingar um kirkjur úr viði. Hendan verksmiðjan hevði gjørt nýggju kirkjuna á Tvøroyri nøkur ár frammanundan. Í 1914 verður so hugt at tekningunum,…