Slag: Kirkja


Gamla kirkjan í Gøtu
—
by
Eldra kirkjan í Gøtu.Eldra kirkjan í Gøtu varð vígd 22. september 1833 av Niels Johnsen Struer, ið var próstur frá 1831 til 1838. Nakrir av teimum, sum hava smíðað kirkjuna, eru funnir, men óvist er, um tað eru allir. Líkt er til, at Berint Simonsen, ið ætlandi er av Strondum, hevur verið formaður, tí at…

Kirkjan í Hesti
—
by
Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908 viðmælir ráðið einum ynski frá bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini, og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni – í 1910 – er kirkjan liðug. Til formann fyri grótarbeiðinum valdu hestmenn…

Kirkjan í Mykinesi
—
by
31. juli 1862 hevur Mortan Andreasen, f. 1816 á Argjum, eftir áheitan, latið inn útgreinað yvirlit yvir timbur og annað tilfar til nýggja kirkju í Mykinesi, sum skal vera 22 x 11 alin. Hvørt tað er Mortan, sum byggir kirkjuna um heystið árið eftir, er ilt at siga við vissu. Á ólavsøku sama árið er…

Kirkjan í Skálavík
—
by
Í adventini, t. 17. desember 1889, fór táverandi kirkja illa av vindi. So illa, at seinasta skoðsmál, kirkjan fær frá Jørgen Falk Rønne, presti, 2. januar 1890, er stutt og greitt: Kirken er aldeles ubrugelig. Tí heitir prestur á kirkjustjórnina um, at umhugsa at byggja eina nýggja kirkju. 27. mai verður avgjørt at taka kirkjuna…

Kirkjan í Skopun
—
by
Í 1894 sendi sóknarpresturin á Sandi, Jørgen Christian Falk Rønne, eina fyribils kostnaðarætlan til Færø Amts Kirkeinspection í samband við bygging av nýggjari kirkju í Skopun. Ætlanin var gjørd í samráð við skopunarmenn og Jóhan Hendrik Poulsen, timburmeistara. Í hesari kostnaðarætlan varð gingið út frá, at stýrið fyri kirkjukassan læt til Skopunar kirkju tað, ið…

Kirkjan í Húsavík
—
by
Tann kirkjan, ið nú stendur í Húsavík, er vígd í 1863. Meistari fyri grótarbeiðinum var Magnus Jacobsen, Hósvíks-Magnus kallaður. Meistari fyri timburarbeiðinum var Magnus Olsen í Koytu á Sandi. Kollfirðingar skulu eisini hava verið við til at byggja kirkjuna. Tummas við Á sigur frá, at fyrst tóku teir grót upp í Varða inna fyri Grótgerði, men grótið…


