Staðseting: Staðarnøvn í Hovi / Innangarðs


Høgalað
Tætt eystan fyri Grástein. Her bíðaðu menn altíð, tá ið farið var á fjall í Dalshaga til teir vóru komnir teir flestu; so var farið undir arbeiðið. Nú sær tað út til at vera burturdeytt. Teir finnast sum til ber á vegnum ella í haganum. Gamlamannasøgn sigur, at higar heim bóru menn torvið um heystarnar…

Grásteinur
Tveir eru nú – men Grásteinur – steinurin, ið stendur uppi, sigst verða settur her til minnis um Havgrím. Steinurin stendur í eini brekku einar 150 metrar vestan fyri bøgarðin Undir Homrum. Tætt vestan fyri – um tveir favnar – liggur annar steinurin – og sigst hann vera til minnis um Leiv Øssursson. Tað er…

Svartistíggj
Svarti Stíggj. Stíggjur oman heim frá Grásteini. Helst nevndur so, tí neytini, ið mest gingu tann vegin, grópaðu stíggin, so hann var bert runa (svartur).


Undir Fossi
Nevnist ein rættiliga stórur slætti, har á rennur oman gjøgnum, nevnd Áin undir Fossi, beint uppi yvir er “Fossur”.

Fossur
Inni í Fossinum eru smáfossar oman vestur frá Grásteini einar 400-500 m inn frá býlinginum Undir Homrum.


