Staðseting: Staðarnøvn í Hovi / Innangarðs

  • Klettin Dal

    Klettin Dal

    Lítil hamarsspjalli. 100 m í útnyrðing frá Hamarsenda.

  • Hamarsendi

    Hamarsendi

    Er beint vestan fyri Gøtuteig, har endar hjallin, og verður tí ein endi á hamarinum.

  • Torvheygur

    Torvheygur

    Heyggjur. Oman vestan frá Hamarsenda.

  • Barkheyg

    Barkheyg

    100 m niðan vestur frá Torvheyg.

  • Við Mýrigilið

    Við Mýrigilið

    Er plássið nevnt longst inni har núverandi bøur er. Har eru tvey gil: Gilið Enni og Mýrigilið. Hitt seinna heimari.

  • Undir Gomlu Rætt

    Undir Gomlu Rætt

    Gamalt støði eftir rætt. Undir Urðini Hvítu.

  • Traðargarðurin

    Traðargarðurin

    Traðargarðurin = Bøgarðurin. Er gamli grótgarðurin, ið gekk frá Traðarhorninum snúraður og skinklaður eystur yvir Traðarhúsini vestan fyri Rossagilið og so nøkunlunda beint niðan í Hamrahending.

  • Laðantippi

    Laðantippi

    Á Laðantippi Hamari beint vestan fyri Kánurð. Er rætt, ið nýtt hevur verið til 1950, tá laðaðu menn rætt oman fyri í Tunguni, tætt vestan fyri nýggja bøgarðin.

  • Landbukkuryggur

    Landbukkuryggur

    Ryggur. Líkist eini landbukku. O.u. 50 metrar vestan fyri heyggin ( 64 ) Uttan Heyggin.

  • Urðin Gráa

    Urðin Gráa

    Hevur vist upprunaliga verið urð – nú liggur bert eitt sløð av gróti, alt er vallað – undir hamrinum har, somuleiðis Urðin Hvíta og Kánurð, men nú hevur tíðin bronglað tað so, at ein og hvør maður her meinar við sjálvan hamarin, tá hann nevnir hesi støðini; t. d. ” Drongurin sat í Krákureiðrinum í…