Staðseting: Staðarnøvn í Hovi / Innangarðs

Hoygarðurin
Undir Homrum er stórur hoygarður, ið stendur enn niðan fyri eystastu grundirnar undir Homrum

Hamrabyrgið
Ofta skilt sundur í: Byrgið, og tann vestasti parturin: Innasta Byrgið. Frá Geilini og niðan undir hamarin.

Geilin undir Homrum
Kallast gamla gøtan (traðka til geil av neytum og rossum) frá býlinginum: Undir Homrum og inn um gamla bøgarðin, mesti parturin av henni er sjónligur enn.

Grøv Hovgríms
Her er høvdingin jarðaður. Her er ikki sørt grivið heldur. Jarnringar skulu vera funnir, sigst, og sendir niður. Plássið er millum Byrgið og Innasta Byrgið.

Hálvmarkabyrgið/Innasta Byrgið
Er frá ánni vestan fyri Hovgríms grøv og inn til hin gamla (elsta) bøgarðin.


Hamrabøur
Undir Homrum er vestasta jarðøki av Hamrabø; skal vera næststørsta hálvmørk í Føroyum. Er vestari helmingur av Smiðamørk.

Hamrahending
Her búði Hovgrímur. Nógv hús hava staðið her; tað, ið tær stóru grótrúgvurnar prógva. Steinsett pláss og tún metur undir, har flag er nú. Nú eru eingi sethús, bert úthús.

