Staðseting: Staðarnøvn í Hósvík

Skipið
—
by
Frágreiðing Klettur ella steinur í ánni, har Tungubrekkuáin rennur í Torvtunguánna. Kletturin líkist einum skipi og hevur fingið navn eftir tí. – Sunda Kommuna

Røvaraholan
—
by
Frágreiðing Higar flýggjaðu fólk undan sjórænarum. A. Weyhe: Tjóðminni – Guttadrongsrøkur – Sunda Kommuna
Grobból / Grából (Grótból?)
—
by
Frágreiðing Ovaru Sniðærnar hildu til inni við Gamla Ból. Í 30 -árunum varð seyðahús bygt til fylgið í Grobbóli stutt innan fyri Gamla Ból. Hans í Elduvík bygdi húsið. – Sunda Kommuna