Staðseting: Staðarnøvn í Hósvík


Hjá Sámal Jákupi undir Vørðuni
—
by
Frágreiðing Sámal Jákup Jacobsen hevur bygt húsini Undir Vørðuni ímillum 1916, tá Sanna og hann búgva á Lítlheygnum, og 1921, tá tey búgva í egnum húsum Undir Vørðuni. 07.02.1944 varð yvirtromin tikin av húsunum av vindi; men húsini blivu bygd upp aftur. Eigari februar 2016: Eydna Bungay. Kelda: Sunda Kommuna

Hjá Sárhús-Jóannesi undir Vørðuni
—
by
Frágreiðing Johannes Ole-Jacobsen (1848 ) og systir hansara, Rakel Fredrikke Ole-Jacobsen (1845 ), fluttu úr Miðvági til Hósvíkar, hann í 1901 og hon í 1902 sbrt. fólkateljing 1911. Jóannes Olsen skrivar í viðmerking, at Sárhús-Jóannes búði uppi í Tøppi í tvey ár, tað fekk Hans Jákup í Toftum í lag. Sárhús-Jóannes var handilsmaður, og systirin…

