Staðseting: Staðarnøvn í Hósvík
Búðin
—
by
Frágreiðing Búðin varð niðurtikin í samband við bygging av verandi bygningi. Verður nú nýttur sum brandskúli. – Søvn Landsins
Kvernuloftið
—
by
Frágreiðing Undir kvernuloftinum standa stórar kvarnir, har bein og spik varð malið og gjørt til lýsi og mjøl. – Søvn Landsins
Eldsmiðjan
—
by
Frágreiðing Alt vanligt smiðjuarbeiði varð gjørt í eldsmiðjuni. M.a. vórðu harpunir rættaðar út. – Sunda Kommuna
Bólið á Húsadalsryggi
—
by
Frágreiðing Bólið á Húsadalsryggi var vetrarstøða hjá Hoygarðsseyðinum. Fylgið varð hildið uppi, men seinna partin av vetrinum og um várið slapp tað á bøin. – Sunda Kommuna
Bólið inni við Gjógv
—
by
Frágreiðing Sniðærnar høvdu vetrarstøðu í bólinum Inni við Gjógv. Seinni bygdi Jógvan Konrad Joensen hús har, og sambært Helga í Brekkunum er tað fyrsta seyðahús í Norðurstreymoy. Helst er tað bygt eftir, at hvalastøðin við Áir kom í 1905. – Sunda Kommuna
Bólið frammi undir Hósvíksgjógv
—
by
Frágreiðing Hetta bólið hevur helst verið vetrarstøða hjá Teimum Fremstu, ið hvussu er nøkrum av teimum. – Helgi í Brekkunum Keldulisti Í Brekkunum, H. Sunda Kommuna.
