Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

Víntunnuholið / Brennivín
Upprunaligt : Víntunnuholið ella Brenni. Tætt uttanfyri Kampannagjógv, niðast í helluni omanfyri sjóvarmálan. Navnið skal vera komið av tí, at menninir á einum báti, sum kom av handilsferð, løgdu eitt brennivínsílat upp har, so fólk heima við hús einki skuldu vita um tað.

Kampmannagjógv
Upprunaligt : Kampanagjógv ( Kampm Anna Sofía á Rípuni sigur, at teir gomlu Skúvoyingarnir søgdu Kampannagjóg.

Holið í Hendingarók
Hol omanfyri Hendingarók, nakað miðskeiðis í Líðini. Var stundum, tá ið ikki ov nógvur kavi var, nýtt sum snjóstøða. Nú er litið vegnað burturlop.


Í Mjáurók / Mjáarók
Upprunaligt : Mjáa Rók — Í mjáu rók. Tætt uttan fyri bøgarðin, niðri í upsini.


Dúgvuloft
Tvey loft. Tað syðra sunnanvert við Altarið. Tað heimara tætt heimanvert við Altarið. Í grundini tvey.


