Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

Úti á Nøv / Nøvin
Landsynningshornið á oynni. Navnið fevnir økið líka frá sjónum og niðan á rásina.







Úti í Datthaga / Datthagi
Dattha hargi — Datthagi — út. Økið frá Argisá út at næstu á, sum einki navn hevur, nú ið hvussu er, og frá upsini niðan til eitt hamarspjað har. Tað stykkið millum hetta hamarspjað og hamarin í eggini kallast : úti undir støðuni við Argisá


Úti á Klovningum / Klovningar
Upprunaligt : Klovningur ella úti á Klov. Vøllur í upsini oman fyri tvær gjáir, ið skera seg inn í helluna.