Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

  • Boðin út fyri Bratthálsi

    Boðin út fyri Bratthálsi

    Røtt innanfyri, tá kyrt er. Vestast undir Tvørbergi er ein lítil fles tætt í land.

  • Eggjafles

    Eggjafles

    Eitt sindur sunnan fyri Knút. Flesin sjálv er nakað langt úr landi, men millum hana og landið, eru ið hvussu er tveir boðar. Tað er røtt millum boðarnar, tá ið kyrt er. Á øðrum fjarar á fjøru, hin er undir.

  • Boðin út fyri Eyrhálsinum

    Boðin út fyri Eyrhálsinum

    Stutt frá landi. Altíð undir. Stutt frá landi, vanligt at sigla millum boðan og landi. Tríggir boðar út fyri Tórðarenni, liggja fram við og nær landi. Tann syðsti er undan á flóð, á hinum fjarar tað á fjøru.

  • Flesin út fyri Skarðinum

    Flesin út fyri Skarðinum

    Nakað frá landi. Farandi ímillum við øllum bátum, er altíð undan. Ein boði liggur tætt uttan fyri flesina, hann er undan á fjøru.

  • Boðarnir út fyri Eintaknæ

    Boðarnir út fyri Eintaknæ

    Annar heldur uttari, hin innari og heldur vestari. Bátur, sum roynir eftir fugli, plagar at fara millum teir, tá ið kyrt er. Tað er ikki farandi millum teir og landið.

  • Sellátrafles

    Sellátrafles

    Út fyri Selturhálsi. Røtt innafyri á flóð, tá ið kyrt er.

  • Boðarnir út fyri Fliðuknæ

    Boðarnir út fyri Fliðuknæ

    Tveir boðar. Teir eru tveir, liggja saman. Tað er røtt innanfyri teir, tá ið kyrt er. Tann heimari liggur djúpari. Tað fjarar á tí, sum grynnri liggur, tá ið tann minsti røringur er í sjónum.

  • Álkusteinur

    Álkusteinur

    Út fyri Skipurð — ella helst millum Skipurð og Stórurð. Var ein urðasteinur, nú førkaður so nógv útfrá, at hann er mestur undir á fjøru. Har sótu altíð álkur á.

  • Út fyri Ánni

    Út fyri Ánni

    Flúrur fastur í land. Hann er undir á flóð, ein útflái. Áin eitur Ærgisá.

  • Tangin

    Tangin

    Sker eyst úr landi við syðsta bøgarðin. Har er røtt innanfyri á øllum vatni, men kyrt má vera, tá ið tað er á fjøru.