Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

Ovari Sellátrahálsur
Har átti lundi fyrr, og har upp plagdu teir at fara at draga lunda. Nú er mest sum eingin lundi.


Kvíggirnar
Heimara Kvíggj var í teirri niðaru Gongurókini. Vestara Kvíggj á teirri ovaru Gongurókini er í tveimum, eftirsum royðan er til hæddar. Kvíggirnar vóru tippi til at taka fuglin í við fygling. Teir laðaðu grót upp av rókini og upp undir loftið við lítlum opnai øðrum endanum.

Kletturin heimi á Fliðu
Beint uppi yvir Skortinum. Rókarmóti við Hálvrókina, men iki gongt ímillum. Heimara Kvíggj var í teirri niðaru Gongurókini. Vestara Kvíggj á teirri ovaru Gongurókini er í støðum í tveimum, eftirsum royðan er til hæddar. Kvíggjarnar vóru tippi til at taka fuglin í við fygling. Teir laðaðu grót upp av rókini og upp undir loftið við…

Hálvrókin
Upprunaligt : Hálvrókin – Hol – ?? Um 15 – 20 favnar niðan fyri Gongurókina, beint uppi yvir Selturgjógv.




