Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

Snappeyguni
Upp av Selturgjógv. Tann fyrsti ( niðasti ) fuglurin í kjálkanum upp av Selturgjógv. Skal hava fingið navn av tí, at ein Suðuroyarbátur var har, og ein maður, Snappurin nevndur ( úr Hvalba ) skuldi klúgva upp har, men datt oman.

Sellátragjógv
Gjógv ímillum flesina og landið. Jens á Skipagøtu sigur, at teir eldru Sandingar søgdu týðuliga : Selatrafles

Undir Skortinum
Omanfyri Søltufles. Var fyrr góður fleygasessur upp á báðar hendur. Uppi yvir er ein fuglaskortur. Fyri nógvum árum síðani leyp av upsini, og sesssurin hevur tí ikki verið brúktur síðani, tí grót raplaði í heilum niður har aftan á lopið.

Kletturin heiman fyri Flið
Rókarstubbi. Í ræning var venja at fara upp á Fliðuknæ, so upp í Gongurókina, haðani vestureftir og heimeftir til at síga niður í smárøkur t. d. Klettin heiman fyri Fliðuknæ – og eygu. Hetta var so smápjøkut, at har var ikki fylgt. Nú verður ikki rænt har, helst av tí, at nú er minni fólk…


Sporið
Víst verður til Á Sporinum. Eftir gomlum merki skal vera fullvorpið, tá ið nøkur og tjúgu egg eru á Sporinum. Tá ið tað eru 14 – 16 egg er tí at ræna. Til at vita hvussu mong egg..


Sigmundarsessur Vestar
Yvir tí vestari gjónni. Hetta eru ikki fleygasessir, ið hvussu er ikki nú á døgum. Teir veða rændir, og har kunnu fáast 700 – 1000 egg. — Ein kelda er milum Sigmundargjógv og Gævugjógv, henni veit Jens á Skipagøtu einki navn á. Heimast á henni er fleygasessur, sum er góður, tá ið nógv er á…


Arvaskorsrók
Uppi undir eggini inn yvir Taðabarm, umleið hálvan Barmin. Har sum hon byrjar, stendur uppi yvir eitt høvd, haðani sæst bæði inn í rókina og heim ( eftir seyði t.d )