Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

  • Kirkjurókin

    Kirkjurókin

    Rókamótið við Glopprókina og Jógvansklett. Vestan fyri Kirkjuknæið. Skipan at drepa einar 400 fuglar í fygling.

  • Stórarók

    Stórarók

    Nú burturlopin. Var nakað væl oman fyri Gongurókina. Var sigið niður á í erva frá. Hetta heldur Antinis er skeivt. Stórarók heldur hann er ella var millum Tórðarenni og Brattháls.

  • Vevarinsklettur

    Vevarinsklettur

    Klettur í rókarmóti við Glopprókina.

  • Jógvansklettur

    Jógvansklettur

    Gongur inn á barminum áraka Glopprókina. Var settur at tola 200 fuglar at drepa í fygling, tað var skipanin. Har átti kanska tað dupulta av fugli. Annars var tað ójavnt, hvat ið dripið var í teimum ymsu plássunum í fygling. Tá ið tað vóru skilamenn, sum fylgdu, drupu teir minni av fugliní støðum, sum lógu…

  • Glopprókin

    Glopprókin

    Rókamóti við Breiðaknubba.

  • Rassin

    Rassin

    Tætt ella beint vestan fyri Breiðaknubba. Jens á Skipagøtu minnist bara navnið, ikki beinleiðis hvat. ” Far tú niðan á Rassin ” kundi maður siga við ein annan.

  • Breiðiknubbi

    Breiðiknubbi

    Vestan fyri røðina áraka Kinnina. Eisini : á Breiðaknubba

  • Haldasarókin
  • Uppi á Knokkunum

    Uppi á Knokkunum

    Á sjálvari røðini á Selláturshálsi niðri við sjógvin. Har byrjar Haldasarókin, sum gongur inn við hálsinum vestanfyri og mjáast burtur.

  • Royðuspíldirnar

    Royðuspíldirnar

    Uppi í ovara Hálsi.