Staðseting: Skúgvoy




Knokkarnir undir Ovarahøvda
—
by
Upprunaligt : Knokkarnir undir ovara H Fleiri skøltar, ikki langt úr landi. Fleiri skøltar, nakað langt ímillum teirra, eru undan á fjøru og summir harum.

Boðin út fyri Bratthálsi
—
by
Røtt innanfyri, tá kyrt er. Vestast undir Tvørbergi er ein lítil fles tætt í land.

Eggjafles
—
by
Eitt sindur sunnan fyri Knút. Flesin sjálv er nakað langt úr landi, men millum hana og landið, eru ið hvussu er tveir boðar. Tað er røtt millum boðarnar, tá ið kyrt er. Á øðrum fjarar á fjøru, hin er undir.

Boðin út fyri Eyrhálsinum
—
by
Stutt frá landi. Altíð undir. Stutt frá landi, vanligt at sigla millum boðan og landi. Tríggir boðar út fyri Tórðarenni, liggja fram við og nær landi. Tann syðsti er undan á flóð, á hinum fjarar tað á fjøru.

Flesin út fyri Skarðinum
—
by
Nakað frá landi. Farandi ímillum við øllum bátum, er altíð undan. Ein boði liggur tætt uttan fyri flesina, hann er undan á fjøru.

Boðarnir út fyri Eintaknæ
—
by
Annar heldur uttari, hin innari og heldur vestari. Bátur, sum roynir eftir fugli, plagar at fara millum teir, tá ið kyrt er. Tað er ikki farandi millum teir og landið.
