Staðseting: Skúgvoy

Hendingarrók
Framhald av Mjáurók úteftir, vøllur ímillum. Tað er gongt gjøgnum Mjáurók bæði heimanfrá og uttanfrá, men í Hendingarók er bara gongt heimanfrá.


Í Mjáurók / Mjáarók
Upprunaligt : Mjáa Rók — Í mjáu rók. Tætt uttan fyri bøgarðin, niðri í upsini.

Uttaruhellur
Frá Kampmannagjógv út móti Nøvini. Á báðum Hellunum hevði hvør maður frítt at fara at draga lunda ella fleyga uttan at leggja landpart av. Uttaru Hellur.



Dúgvuloft
Tvey loft. Tað syðra sunnanvert við Altarið. Tað heimara tætt heimanvert við Altarið. Í grundini tvey.

Nýggjurð
Í Heimaru Hellum, eitt sindur heiman fyri Altarið. Áður var gongt niður í hana uttan studning ( band ).

