Staðseting: Skúgvoy

Boðarnir út fyri Fliðuknæ
—
by
Tveir boðar. Teir eru tveir, liggja saman. Tað er røtt innanfyri teir, tá ið kyrt er. Tann heimari liggur djúpari. Tað fjarar á tí, sum grynnri liggur, tá ið tann minsti røringur er í sjónum.

Grynnan
—
by
Út fyri Stórurð eitt sindur sunnan fyri Álkustein. Hon er landføst, undir á flóð, er mein fyri róðrarbátar á vestfallinum.

Álkusteinur
—
by
Út fyri Skipurð — ella helst millum Skipurð og Stórurð. Var ein urðasteinur, nú førkaður so nógv útfrá, at hann er mestur undir á fjøru. Har sótu altíð álkur á.


Tangin
—
by
Sker eyst úr landi við syðsta bøgarðin. Har er røtt innanfyri á øllum vatni, men kyrt má vera, tá ið tað er á fjøru.

Eppinatoft
—
by
Eppan var ein gomul genta, sum ofta royndi eftir lírum, men einaferð datt hon oman. Var funnin við trimum lírum undir troyggjuni. Var kallað : Líra Eppan.



