Trappugjóta

Einki sett

Frágreiðing
Hetta er tað sama myrka trappugrótið, sum sæst tvørtur um Gjónna, gjøgnum Kósina og eysturi í Fjøru. Í sambandi við Trappugjótuna taka vit hesa hendingina við: Fyrr átti Gjógv væl av jørð í Funningi, og tí var tað ikki óvanligt at fara til Funnings at hoyggja. Nýggjustova var eitt av húsunum, ið hoyggjaði í Funningi, og hoyggið varð altíð ført við báti til Gjáar. Ein dagin vóru teir sum vanligt á veg oman til Gjáar við Nýggjustovubátinum rokaðum av hoyggi. Men nú var hann komin av landnyrðingi, og tað gjørdist heldur óslætt vestan fyri Múlan. Kyrt man hava verið, tí teir løgdu nakrar byrðar upp í Trappugjótuni (Trøppunum) fyri at lætta um bátin. Restina løgdu teir upp Niðri í Fjøru, og so fóru teir heim aftur á Múla eftir teimum byrðunum, ið teir høvdu lagt upp í Trappugjótuni.

Kelda: Sunda Kommuna

Staðseting

62.313157°N -6.901608°W