Frágreiðing
Tað liggur í sjálvum navninum, hvør upprunin er, men eitt er vist: tann krákan hevur verið noydd at funnið sær annað og betri reiðurspláss, tí børnum hevur altíð dámt væl at spælt her, so her hevur eingin friður verið hjá kráku og ungum. Krákumjóvin: Sum áður nevnt, spældu børnini nógv her fyrr, og navnið Krákumjóvin, ið er í klettinum undirstrikar, ið hvussu er tað, at ein av leikunum her hevur verið at klintrast. Undir Krákureiðrinum er økið frá Krákureiðrinum, oman mót garðinum og nakað inn um garðin. Pætur Matras : Her plagdu vit ofta at spæla “at fleyga fugl”. Vit tóku nøkur fuglabein – havhestabein, lomvigabein ella lundabein – og so fóru vit heim higar til bjarga. Eina fleygastong (glúp) høvdu vit eisini við okkum. Tá ið vit so vóru komnir heim, so kastaði onkur bein útav, meðan vit sótu í onkrari rók (hill) niðriundir og royndu at fleyga “fuglin” (beinini). Pætur Debes: Hetta plássið kallaðu vit eisini Skipið. Tað komst nokk av tí, at her spældu vit so mangan “at vera til skips” ella at vera til útróðrar. Vit royndu mest við snøri, og onkur hill í klettinum var koyggja, og har plagdu vit so “at tørna inn”.
kelda: m.a. Pætur Matras, f. 1941, og Pætur Debes, f. 1948. Sunda Kommuna








