Nøvn
– Múlin
– Heimi á Múla
– Funningsmúli
Frágreiðing
Vanligt staðarnavn. Í vanligari talu verður navnið mest framborið sum Múlin ella Heimi á Múla. Grasið á Múlanum er sítt og grønt, og tí sært tú altíð seyð her. Tað er djúpt fram við Múlanum, og vanliga verður siglt nær, tá ið tú kemur vestaneftir, tí so sleppur tú skjótari burtur úr streyminum og inn á Funningsfjørð. Flaggarðurin á Múlanum er umrøddur frammanundan, men seinni í tíðini er Múlin so avhegnaður, og til tess vóru tvær grundir: Hetta bøtti munandi um raksturin, og so var Múlin so ringur til grasloysi, at tað kom næstan ikki lamb undan. Jóan Magnus í Trøðni (Joen Magnus Joensen, f. 1849), ið gekk nógv í haganum, plagdi at taka til, hvussu ringur lágur landnyrðingur er á Múlanum. Einaferð hevði hann lagt eitt deyðseyðaskinn á ein stein at turka, og tað feyk á sjógv á lágum landnyrðingi. Útnyrðingur er eisini ringur. Klæmint Juul Matras, f. 1907, hevði ofta á munni: “Útnyrðingur holar hvørt gil í Líðini.” Suðuri í Holinum: Tað sunnasta, ið sæst frá bygdini – í millum Eysturoynna og Kalsoynna – verður kallað Suðuri í Holinum. Har Suðuri í Holinum (á Kalsoynni) sæst ein rættuliga stór á, tá ið nógv regn er. “Har Suðuri við Á er eitt merkiligt pláss. Hvussu illa tað so regnar, so megnar sólin tó altíð onkra løtu at bróta seg út gjøgnum skýggini har”, tók ein heimildarmaður til. Tá ið hann liggur av landsynningi ella suðri, plaga tey at siga, at hann liggur handanav.
Kelda: Sunda Kommuna









