Kassarnir á Múlanum

Einki sett
Frágreiðing

Sløtt hella við kassum og bringum. Kassarnir eru mestsum á sjálvum Múlanum. Tá ið tú kemur um Múlan og skalt á Rásina í Høvda, sært tú beint niður á Kassarnar, ið minna um eina rætt, sum náttúrunnar hond hevur evnað. Tá ið vargur var í Líðini, varð hann stundum tikin her. Seyðurin varð rikin út móti Múlanum og so beindur í Kassarnar, tí her var lætt at taka seyð uttanrætta.

– Sunda Kommuna

Staðseting

62.312993°N -6.901724°W