Frágreiðing
Áin er lítil, og tað er ikki langt frá, at hon tornar upp góð terraár. Einaferð, teir vóru á fjalli, segði Jákup í Stólpa (Gamli-Jákup) (Jacob Matras, f. 1873) við Pætur í Nýggjustovu (Pætur Joensen, f. 1920): “Nú er mjólkarfløskan hjá mær tóm. Far mær eftir vatni. Tak ikki úr Álkinsá, men far heldur út í Ferjá, tí hon hevur tað betra vatnið”. Sum nevnt í sambandi við Ánna á Føroyaklettinum eru ikki øll heimildarfólk púra samd um, úr hvørjari á teir fyrstu landnámsmenninir tóku vatn. Jógvan Sofus, ið hevur fingið sær familjunavnið Ferjá og er tiltikin frásøgumaður, hevur sett hesar reglur saman um Ferjá og landnámsmenninar: Eystan úr Noregi víkingur kom – Grím Kamban nevndur at navni – undir Líðini legði at landi tá – teim vatn fekk at drekka úr Ferjá. – Hon er tað navn, sum mær hóvar. – Ferjá rennur bergi útav – og spreiðist eitt sindur sundur. – Har stigu víkingar á land – teir hildu vatníløt undir. – Hon er tað navn, sum mær hóvar. – Fyrsta áarnavn, sum víkingar góvu tá – hana mundu teir sælir prísa – nýkomnir eystanífrá. – Hon er tað navn, sum mær hóvar. – Ferjá er í sama stað – enn rennur hon í sjógv. – Sítt navn ber hon frá Grím Kambans tíð – siga elstu sagnir frá Gjógv. – Hon er tað navn, sum mær hóvar.
kelda: Sunda Kommuna








