Slag: Klettur

Skipið
—
by
Frágreiðing Klettur ella steinur í ánni, har Tungubrekkuáin rennur í Torvtunguánna. Kletturin líkist einum skipi og hevur fingið navn eftir tí. – Sunda Kommuna




Kollinsklettur
—
by
Frágreiðing Í bókini Góður er gamalur í ráðum – Frásagnir eftir Hans Petur Hansen í Heimistovu á Glyvrum ( Forni 1992) greiðir høvundurin frá, at eftir gamlari søgn skuldi ein maður, sum æt Rúni, búgva oman fyri Runavíkina saman við húski sínum. Hetta skuldi vera í 12. øld. Ein dagin fær hann vitjan av einum…

Føroyakletturin / Førjakletturin
—
by
Frágreiðing Funningsfólk kalla hetta økið Føroyar. Ein funningsmaður, f. 1895, visti at siga frá teimum gomlu, at teir plagdu at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum, og tað hevði hann eisini mangan gjørt sjálvur. “Ein fýrakantaður klettur á helluni – stutt innan fyri Ánna á Føroyaklettinum. Navnið sigst ganga heilt aftur til landnámstíðina. Føroyar: Funningsmenn…

