Slag: Einki sett


Tangamiðið
Selatrað – Jógvan og Gøtu – Jákup róðu tað nógv. a) Veilurnar undir Knøunum frá Eldr”enni. b) Tornið á kirkjuni loysnar úr Steinsdrangi.

Tangi
Gamalt mið hjá Kirkjubømonnum; gamli Hans á Bø vísti hesum monnunum tað eins og Hárónna. a) Maltheyggjurin undan vestan fyri Søltuvík. b) Hol miðastórt undan Svartskoradrangi fyri vestan. b2) Innara røð á Koltri undan knøunum á Høvdanum ( innan á ).

Skjoldhólmur
a) Tveir knastar á Nakkinum áðrenn tað kemu til Høgakoltur undan Høvdanum. b) Ein steinur mitt á Brúnaskorum kemur niður í ein heyggj á Brúnaskorum beint upp av Sandhálsinum.

Janusarsandbotnur
Upprunaligt : Janusar Sandbotnur. a) Strembingur saman við Svartskoradrangi. b) Ein veila millum Sandhálsarnar kemur út í skerið vestan fyri Soylurivuna. b2) Miðastórt uttarlaga á Søltuvíkini kemur undan Oknadalsdrangi.

Jógvanssandbotnur
Vattóla – Jóannes og Prest – Jógvan funnu. a) Toppurin á Svartskoradrangi kemur í Skarðið á Svartskor. b) Lonin nettliga út í Oknadalsdrang.

Nálin
Selatrað – Jógvan fann. Hann var einsamallurá báti, hevði gloymt knívin eftir, men skar sær agn við eini trístrendur; harav navnið. a) Tvær veilur undir Knøunum á Høvdanum koma út í Eldr”enni ( Eldra Enni ) b) Eitt hol í berginum kemur í stóranstein beint upp av Syðru lending.

Bollamið
a) nakkurin ( Koltur -) stórur undan Høvdanum. b ) Holið ( sunnarlaga á Logloysisskerinum ) í Skerið ( syðraenda ).

Omman 2
Símun á Koltursmýrini fann. a ) Nakkurin ( Koltur – ) stórur undan Høvdanum. b ) Toppurin á Svartskoradrangi í skarðið, har sum Svartaskor leyp.

Omman 1
Jóhan Jacob Joensen fann. a ) Tvær veilur um hæddina á Koltri undan Høvdanum fyri norðan. b ) Toppurin á Svartskoradrangi í skarðið, har sum Svartaskor leyp. Omman er ein leið.