Slag: Einki sett

Syðri Jappi(n)
a) Álvanev fast í Høvdan fyri vestan. b) Nípan út í lónna millum Strátalónna og túgvurnar á Gjónni.

Jappin
a) Sneiðingin á Nesinum í ta mittastu tonnina innan fyri Hvalsryggin. b) Nípan í heyggin uttan fyri Strátalónna.

Gjógvin
a) Klæmintsgjógv ( Vestara gjógv ) frá Høvdanum fyri vestan. b) Nípan í tvær túgvur uttan fyri Strátalónna.

Bøurin
a) Klæmintsgjógv ( Vestara Gjógv ) frá Høvdanum fyri vestan b) Nípan í túgvuna innan fyri Fjalldreingjatúgvun ( Skøtutúgvan ).


Grógvin
a) Grógvaveilurnar ( á Hestoynni, vestan fyri vitan ) við Høvdan fyri vestan. b) Nípan miðstór út um ein klump hægst á Eyrhálsinum. ( segði eisini miðastór el. miðjastór )

Gamlaskøta
Upprunaligt : Gamla Skøta. a) Stavurin í Dalsnípu við Nakkin. b) Nípan í túgvuna innan fyri Fjalldreingjatúgvuna ( Skøtutúgvan ).


Lítlaskøta
Upprunaligt : Lítla Skøta. a) Skøtheyggjurin við Boðan. b) Nípan út í eina túgvu innan fyri Vaðhornið.

Langidrongur
Upprunaligt : Langi Drongur a) Reynsmúli ? miðastórt undan Hestboða. a2) Knúkur undan Stíggj. b) Nípan út í Dreingjatúgvurnar ( á Salthøvdanum )