Staðseting: Staðarnøvn í Hovi / Innangarðs

Á Eygrinum
Á Egrinum. Mitt í ánni einar 100 til 200 metrar oman fyri Tjørnina undir Urðunum. Her greinar áin seg í tvey uttan um áðurnevndu eyrrúgvu, ið er vallað eitt sindur omaná. Í áarføri liggur allur eyrurin undir.



Heyggjurin
Beint niðan fyri Laðantippi og vestan fyri húsini í Trøðini. Á Heygnum, Uttan Heyggin, Innan Heyggin.

Undir Kánurð
Oftast meint við býlingin í Trøðini. Undir hamrinum er ikki sørt av einum urðaskapilsi, men meginparturin er dyrkaður bøur.


Rossagilið
Í Rossagili. Undir Rossagili. Stutt eystan fyri býlingin í Trøðini. Beint har, ið Kánurð endar eystureftir, áðrenn Kleivin ella Kleivhamarin tekur við.



Torvhúsini
Tvey torvhús. Beint vestan fyri gamla portrið við garð. Beint oman fyri núverandi vegin.