Staðseting: Staðarnøvn í Hovi / Innangarðs








Traðarhornið
Horn á bøgarðinum. Nevndist hornið á bøgarðinum, ið tá svingaði niðan einar 40 metrar oman fyri Brestalafoss – nú fyri kortum (1950) er trøðin rúmsáttað, so bøurin gongur einar 800 – 1000 metrar longur niðan (í vestan) við ánni.

Eyrriðafossur
Egriðafossur Tætt undir honum er væl djúpur hylur – ónevndur – kallast vist bert Undir Eyrriðafossi (æg-) Undir Eyrriðafossi. Inni við Eyrriðafoss. Her veiða menn hópin av eyrriða. Alt eftir hvør ið tosar – fólk við Garð og undir Homrum søgdu: Niðuri við E; Brúðarfólk og Laðgarðsfólk søgdu: Inni við E.

Tjørnin undir Urðunum.
Grunnur, heldur víður hylur. Her plagdu í seinnu tíð – kanska áður við – børn læra seg at svimja, tí her gryntu 8 – 10 ára gomul allastaðni. navnið kemur av trimum homrum oman fyri, nevndir: Urðin Gráa, Urðin Hvíta og Kánurð.