Staðseting: Suðuroy

Hálvmarkabyrgið/Innasta Byrgið
Er frá ánni vestan fyri Hovgríms grøv og inn til hin gamla (elsta) bøgarðin.


Hamrabøur
Undir Homrum er vestasta jarðøki av Hamrabø; skal vera næststørsta hálvmørk í Føroyum. Er vestari helmingur av Smiðamørk.

Hamrahending
Her búði Hovgrímur. Nógv hús hava staðið her; tað, ið tær stóru grótrúgvurnar prógva. Steinsett pláss og tún metur undir, har flag er nú. Nú eru eingi sethús, bert úthús.




Høgalað
Tætt eystan fyri Grástein. Her bíðaðu menn altíð, tá ið farið var á fjall í Dalshaga til teir vóru komnir teir flestu; so var farið undir arbeiðið. Nú sær tað út til at vera burturdeytt. Teir finnast sum til ber á vegnum ella í haganum. Gamlamannasøgn sigur, at higar heim bóru menn torvið um heystarnar…

