Staðseting: Suðuroy






Hamraskattur
Skattarnir munnu vera nakað tað sama sum: “Rustir og Almenningur”, teir rópa norðanfyri (tó óvist). Um húsini undir Homrum.

Hoygarðurin
Undir Homrum er stórur hoygarður, ið stendur enn niðan fyri eystastu grundirnar undir Homrum

Hamrabyrgið
Ofta skilt sundur í: Byrgið, og tann vestasti parturin: Innasta Byrgið. Frá Geilini og niðan undir hamarin.

Geilin undir Homrum
Kallast gamla gøtan (traðka til geil av neytum og rossum) frá býlinginum: Undir Homrum og inn um gamla bøgarðin, mesti parturin av henni er sjónligur enn.

Grøv Hovgríms
Her er høvdingin jarðaður. Her er ikki sørt grivið heldur. Jarnringar skulu vera funnir, sigst, og sendir niður. Plássið er millum Byrgið og Innasta Byrgið.