Staðseting: Streymoy
Búðin
Frágreiðing Búðin varð niðurtikin í samband við bygging av verandi bygningi. Verður nú nýttur sum brandskúli. – Søvn Landsins
Kvernuloftið
Frágreiðing Undir kvernuloftinum standa stórar kvarnir, har bein og spik varð malið og gjørt til lýsi og mjøl. – Søvn Landsins
Fornagarðar / Uppi á Fornagørðum
Frágreiðing Jens Niklái Samuelsen flutti í 1876 úr Kollafirði til Hósvíkar. Hann var í 1880 húskallur í Frammistovu undir Garðsenda. 10. juni 1888 giftist hann við bóndadótrini Maggu Marie, hann 37, hon 47 ár. Tá hava húsini uppi á Fornagørðum helst staðið liðug. – Sunda Kommuna
Eldsmiðjan
Frágreiðing Alt vanligt smiðjuarbeiði varð gjørt í eldsmiðjuni. M.a. vórðu harpunir rættaðar út. – Sunda Kommuna
Bólið á Húsadalsryggi
Frágreiðing Bólið á Húsadalsryggi var vetrarstøða hjá Hoygarðsseyðinum. Fylgið varð hildið uppi, men seinna partin av vetrinum og um várið slapp tað á bøin. – Sunda Kommuna
Bólið inni við Gjógv
Frágreiðing Sniðærnar høvdu vetrarstøðu í bólinum Inni við Gjógv. Seinni bygdi Jógvan Konrad Joensen hús har, og sambært Helga í Brekkunum er tað fyrsta seyðahús í Norðurstreymoy. Helst er tað bygt eftir, at hvalastøðin við Áir kom í 1905. – Sunda Kommuna