Staðseting: Streymoy

Røvaraholan
Frágreiðing Higar flýggjaðu fólk undan sjórænarum. A. Weyhe: Tjóðminni – Guttadrongsrøkur – Sunda Kommuna


Heimistova í Toftum
Frágreiðing Hósvík er gomul landnámsbygd. Tórur var fyrsti norðmaður, sum setti búgv í Tórsvík (Hósvík), ið varð nevnd eftir honum. Hann flýddi av Strond í Rogalandi undan Haraldi Hárfagra. Tórur bygdi egnan garð í Toftum (navnið Toftum kom seinni). Hesin garður er sostatt elsti bústaður í bygdini – Heimistova í Toftum. A. Weihe. Í 1966…
Groytthjalli / Hjallarnir
Frágreiðing Gongur gjøgnum allan hagapartin Inni í Veggi. Groytthjalli og Lítlihjalli verða eisini nevndir Hjallarnir. – Sunda Kommuna
Grobból / Grából (Grótból?)
Frágreiðing Ovaru Sniðærnar hildu til inni við Gamla Ból. Í 30 -árunum varð seyðahús bygt til fylgið í Grobbóli stutt innan fyri Gamla Ból. Hans í Elduvík bygdi húsið. – Sunda Kommuna