Staðseting: Bergið Skúgvoy






Feitiskor
—
by
Øki, ið byrjar, har sum hamarin, ið gongur oman fyri tað niðaru rásina, gongur longst omanmóti upsini og so langt út, sum hamarin gongur, t. v. s. út móti Nøvini. Alt, sum er millum upsina og henda hamarin hevur hetta navnið. Ein á rennur oman gjøgnum. Fleygasessurin eitur í Giljunum.




Skipurðin
—
by
Har sum tann hægra hellan uttan fyri gjónna endar og tann lægra tekur við. Urðin hevur navn av tí, at eitt skip kom rekandi inn í urðina. Hon er so brøtt, at sprýtið rendi í vøllin. Skipið var heilt og holdið, men einki fólk. Hvussu langt tað er síðani, kann Jens Jensen á Skipagøtu ikki…