Staðseting: Bergið Skúgvoy

Úti í Skor
Rók millum helluna og upsina. Hon er rókarmót við helluna uttan fyri Kampannagjógv. Rókin byrjar undir Datthaganum og endar úti móti Giljunum.



Uttan fyri Gjónna
Líð frá gjónni og út á Klovningar. Hetta var ikki rópt Líðin, men Uttan fyri Gjónna.

Hendingarrók
Framhald av Mjáurók úteftir, vøllur ímillum. Tað er gongt gjøgnum Mjáurók bæði heimanfrá og uttanfrá, men í Hendingarók er bara gongt heimanfrá.

Uttaruhellur
Frá Kampmannagjógv út móti Nøvini. Á báðum Hellunum hevði hvør maður frítt at fara at draga lunda ella fleyga uttan at leggja landpart av. Uttaru Hellur.


Nýggjurð
Í Heimaru Hellum, eitt sindur heiman fyri Altarið. Áður var gongt niður í hana uttan studning ( band ).


Grynnan
Út fyri Stórurð eitt sindur sunnan fyri Álkustein. Hon er landføst, undir á flóð, er mein fyri róðrarbátar á vestfallinum.