Staðseting: Mið og Ýti heima á Sandi

  • Plinkin

    Plinkin

    Ýti : Tveir heyggjar í Skorini í Dali røð um røð og áirnar á Líðarenda í Tangan á Skarvanesi.

  • Rókamið

    Rókamið

    Ýti : Rókamiðagjógvin niður á Bøllin og ein svartur skortur í Høvdaskor kemur undan Ovara Høvda. Hetta er uttara trom í Barminum.

  • Beitismið

    Beitismið

    Ýti : Ovari Høvdi í Steinin sunnan fyri Høvdagil og breddar á Dímun í erva undan Nøvini; 7 og 8 eru sunnara trom á Barminum.

  • Laars

    Laars

    Ýti : Borgin út í ein knubba á Nøvini og Ovara Høvdi í ánna, sum rennur í Skorina í Skúvoy.

  • Hvølpur

    Hvølpur

    Ýti : Ovari Høvdi í Skúvoy í eina skeiva á, ið rennur í Høvdagil og St. Dímun og Skúvoyggin tanga í tanga. Miðini : 2, 3, 4, 5 og 6 er heimara trom av Barminum.

  • Pól og Mass

    Pól og Mass

    Upprunaligt : Pól og Mads. Funnið av Pól í Køk og Lítla Mads : Madsa Mads. Ýti : Tangarnir í Skúvoy og Tangin undir Borgini koma saman og Heiðafjall kemur norður í eina brekku á Skálavíkshálsi.

  • Ullin

    Ullin

    Ýti : Høvgil opið og Borgin í Dímun og Nøvin saman. Borgin er Borgin í Dímun.

  • Suðuroyargalvur

    Suðuroyargalvur

    Ýti : Norðari partur av Suðuroy undan Mølini og Rókamiðagjógvin niður á Bøllin ( Rókamiðagjógvin er norðan fyri Líðargjógv ). Mølin er Mølin í Skúvoy og Nøvin er eisini í Skúvoy.

  • Tyssini

    Tyssini

    Ýtini : Vatnsoyrarfossurin ( sí Klivaløkshagi ) í Nípukinn ( sí Nesið ) og Tyssablikan ( í Traðarhamri ) niður á Bøllin ( sí Nesið )

  • Barmurin

    Barmurin

    Ýtini : St. Dímun kemur undan Tanganum i Skúvoynni og norðurendin á Sðuroynni undan Mølini í Skúvoy. Er sandbotnur, ið er innan Skúvoynna millum Bugatanga, sum er tangin, ið sker seg út úr Salthólmanum uttan fyri vágna, og Høvdamøl í Skúvoynni. Barmurin var bæði torragrunnur og sildafiskagrunnur. – Hetta er sjálvur Barmurin vit kalla, men…