Staðseting: Mið og Ýti heima á Sandi

Antinesarmiðið
—
by
Syðri kantur á Sandsgrynnuni. Ýti : Fossin á Sandsgøtu í Mølina og gloppar ímillum Lítla Dímun og Stóra Dímun.

Garðarnir
—
by
Í innaru trom á Sandsgrynnu. Ýti : Skarvanesfossur á Mølini og Stóra Dímun og Skúvoy tanga í tanga.

Tessin
—
by
Í innaru trom á Sandsgrynnu. Ýti : Geivatáin í Dímun ( er tað, ið skilir Grønuskor frá Berginum ) inn ímóti Skúvoynni og Høgaskor ( sí Klivaløkshagi ) afturat Salthøvdanum.

Høvdamið
—
by
Í innaru trom á Sandsgrynnu. Ýti : Stóra Dímun inn í Lágdina á Knænum í Berginum á Skúvoynni og Høvdamiðakletturin ( er í Traðarhamri ) undan Salthøvdanum.

Sandsgrynna
—
by
Liggur beint út av Rivinum og er sandgrynna, er bæði torragrunnur og sildafiskagrunnur.

Úti á Rivi / Rivið
—
by
Gongur úr Salthøvdanum í Mølina oyggj úr oyggj. Alt hetta frammanfyri nevnda, nevnist innansyndis útróður.

Garðsendin
—
by
Er grótryggur, ið liggur norðanvert við bygdina á Skarvanesi og Skúvoyarbygdina. Hann gongur oyggj úr oyggj og er ein skaðaryggur.

Skarvanesgrynnan
—
by
Her er so grunt, at teir næstan síggja botn. Ýti : Salthøvdi út í Skarvatanga í Skúvoy og um Bergi í Skúvoy. 10, 11, 12 , og 13 rópast ” Suður í Fjørðinum “, tað er millum Nøvina og Dalsendan ( syðst á Sandoynni ).

Ófødnisplinkurin
—
by
Skuldi komast av, at báturin, ið viðkomandi menn vóru við, ikki var heilt liðugur at smíða, tá ið teir funnu miðið. Ýti : Fliðuknæið undan Navartanga í Skúvoy og Ánna á Bergi í Tangan á Skarvanesi
