Staðseting: Húsanøvn


Heimi í Húsi
—
by
Býlingur Heimi í Húsi setti fyrsti maður í Koltri búgv. Nær veit man ikki, men prógv eru funnin um at fólk hava búleikast í býlinginum o.u. ár 800-850. Heimi í Húsi eru tvey bóndahús: Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Niðri í Húsi er elsti kendi bústaðurin í Koltri.




Embætishúsini Norðuri í Gerði
—
by
Býlingurin Norðuri í Gerði er tann yngri av tveimum býlingum í Koltri. Fyrsti maðurin setti búgv Heimi í Húsi, men í jarðbókini frá 1584 er ein maður búsettur Norðuri í Gerði. Húsini Norðuri í Gerði (embætishúsini) eru nýggj. Tey vóru á fyrsta sinni bygd seinast í 1800 talinum Heimi í Húsi. Nøkur ár seinni, tá…


