Staðseting: Húsanøvn

Heimi í Húsi
—
by
Býlingur Heimi í Húsi setti fyrsti maður í Koltri búgv. Nær veit man ikki, men prógv eru funnin um at fólk hava búleikast í býlinginum o.u. ár 800-850. Heimi í Húsi eru tvey bóndahús: Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Niðri í Húsi er elsti kendi bústaðurin í Koltri.




Búrtoftin
—
by
Á Búrtoftini vóru sethúsini, sum í dag eru embætishúsini Norðuri í Gerði, bygd seinast í 1800 alinum. Nøkur ár seinni vóru tey flutt Norður í Gerðar har tey nú eru embætishús hjá oyggjarvørðinum.



Uppi í Búð
—
by
Sethúsini Uppi í Búð eru frá seinast í 1600 talinum. Uppi í Búð búði tann eini av tveimum bóndum Heimi í Húsi. Seinastu fólkini sum búðu har vóru bóndahjúnini Joen Jacob og Ása Joensen. Í verkætlanini at umvæla og afturføra býlingin Heimi í Húsi (2009 til 2012) vóru húsini Uppi í Búð umvæld og førd…

