Staðseting: Staðarnøvn við Gjógv

Kanada
Frágreiðing “Kanada er eitt sindur eystari og ovari enn torveyguni á Grøvini. Upprunin til hetta heldur sjáldsama navnið á Skúvadali er einfaldur: Komið varð niður á sera gott torv her, men tað var ikki nógv undir. Hetta var um somu tíðina, sum fleiri føroyingar búsettust yviri í Kanada, tí har skuldi alt vera so gott,…

Kassarnir á Múlanum
Frágreiðing “Sløtt hella við kassum og bringum. Kassarnir eru mestsum á sjálvum Múlanum. Tá ið tú kemur um Múlan og skalt á Rásina í Høvda, sært tú beint niður á Kassarnar, ið minna um eina rætt, sum náttúrunnar hond hevur evnað. Tá ið vargur var í Líðini, varð hann stundum tikin her. Seyðurin varð rikin…

Føroyakletturin / Førjakletturin
Frágreiðing Funningsfólk kalla hetta økið Føroyar. Ein funningsmaður, f. 1895, visti at siga frá teimum gomlu, at teir plagdu at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum, og tað hevði hann eisini mangan gjørt sjálvur. “Ein fýrakantaður klettur á helluni – stutt innan fyri Ánna á Føroyaklettinum. Navnið sigst ganga heilt aftur til landnámstíðina. Føroyar: Funningsmenn…





