Staðseting: Eysturoy

Kirkjan við Norðskála
Í 1920’unum varð av álvara farið undir at tosa um at fáa bygt kirkju, um várið 1927 verður bygginevnd vald, og í 1929 senda nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri umbøn til Føroya Løgting um at fáa studning til at byggja kirkju. Presturin á Nesi tá, Wilhelm Nielsen hevur fyrrapartin í tjúgunum…

Kirkjan við Gjógv
Av skjølum sæst, at longu í 1905 høvdu gjáarmenn ein umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn. Men tað skuldi vísa seg at verða drúgt at koma á mál – ferð aftaná ferð fingu teir noktandi svar frá myndugleikunum. Um heystið 1925 var so ein 7-manna nevnd sett við tí endamáli at…

Kirkjan á Eiði
Fólk í Eiðis sókn vildu fegin hava nýggja kirkju (1874), og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hon skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin – á ringasta veðurplássið í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man…


Kirkjan í Elduvík
Hin 20. januar 1947 samtyktu elduvíkingar samlaðir í Elduvíkar skúla, at fara undir at byggja eina kirkju. Nevnd var niðursett, við Salomen Joensen presti, sum formanni, at hava málið til viðgerðar. H.C.W.Tórgarð, arkitektur varð biðin um at gera eitt skitsuprojekt. Nevndin avgjørdi saman við honum, at gomlu trækirkjurnar skuldu nýtast sum fyrimynd, men við teimum nútímans…


Kirkjan í Fuglafirði
Fuglafjarðar kirkja er fólkakirkjan í Fuglafirði, á eystursíðuni á Eysturoynni. Kirkjan er tekna av danska arkitektinum Holger Jensen, sum hevur staðið fyri og tekna yvir 60 kirkjur. Hon hevur 380 sitipláss, umframt onnur 80 sitipláss á síðuskipi. Orglið er frá Marcussen & Søn frá 1989, og hevur 26 stemmur. Hon varð vígd tann 10. juni…

Kirkjan í Leirvík
Í 1901 senda leirvíkingar umsókn til tingið og kirkjuinspektiónina um stuðul til at byggja kirkju. Kommunustýrið viðmælir umsóknina. Sagt verður frá, at nú eru 308 fólk í bygdini, og hon veksur støðugt. 58 menn við Óla Olsen løgtingsmanni á odda skriva undir umsóknina. Teir lova, at bygdin skal bringe betydelige ofre fyri at fremja arbeiðið.…

Kirkjan í Oyndarfirði
Tann 25. mai 1837 var gamla kirkjan í Oyndarfirði sýnd og sýnismenninir funnu ved denne kirke ikke så store mangler, at den jo kan stå uden udbedringer, indtil den ad åre kan være nedreven og af ny opført, hvilket behøves, da den er meget for liden til menigheden. Kirkjufólkið strongdi á at fáa nýggja kirkju,…

Kirkjan í Rituvík
Fyrst í 50-árunum tóku menn úr Rituvík seg saman og settu eina kirkjunevnd, sum hevði sum endamál at fáa kirkju bygda í bygdini. Heitt varð á H.C.W.Tórgarð arkitekt at tekna kirkjuna, og tað vildi hann fegin. Rudding, undirlendi og veg til kirkjuna hava rituvíkingar gjørt í felag og lønarleyst. Jógvan Lamhauge byggimeistari sáli, Runavík, tá…