Staðseting: Eysturoy


Kirkjan við Sjógv á Strondum
Í 1834 verður farið undir nýggja kirkju á Strondum. Orsøkin er, at tann gamla er vorðin ov lítil. Í kirkjusýninum frá 1830 verður sagt: Kirken befandtes at være for liden for Menigheden, og í 1831: Kirken har den væsentlige Mangel, at den er for liden for Menigheden. Harafturat stendur, at kirkjan er í góðum standi.…


Kirkjan á Glyvrum
Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, danin Kristian Vilhelm Nielsen, sum var búsitandi á Nesi frá 1917 til 1927. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna. Í 1924 byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag 1925 var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalikin, breyðílati, messuakulin…

Kirkjan á Nesi Toftir
Eldra kirkjan á Nesi. Eldra kirkjan, sum nú er í Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu (minst tríggjar). Henda kirkjan er í bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur fyri Eysturoynna og Føroya Próstur. Kirkjan hevur staðið í gerð frá seinast í mai mánaði 1843 til uml. 6 desember sama…

Fríðrikskirkjan
Í nógv ár ynsktu fólk í Nes kirkjusókn at fáa eina nýggja kirkju, av tí at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Longu í seksti árunum varð arbeitt við at finna rætta plássið at byggja hana á. Í 1983 varð kirkjuskattur innførdur í sóknini og varð allur peningurin avsettur til at byggja kirkju fyri. Í 1991…


Kirkjan í Funningi
Funnings og Porkeris kirkja eru tær yngstu, sum enn standa uppi, av hesum kirkjum, sum ofta verða nevndar tann gamla føroyska bygdakirkjan, við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum og flagtekju. Tær eru bygdar í 1847. Ætlanin var, at Funnings kirkja skuldi byggjast árið fyri, meslingar fóru at ganga, og sum altíð tá vóru teir…

Kirkjan á Selatrað
3. jóladag, dagin eftir jólaveitsluna, í 1925 kallaði Andrias Weihe fólkið saman til fundar í skúlanum og segði fram hugsan sína um at fáa kirkju aftur til bygdar – tá hevði Selatrað verið uttan kirkju í 300 ár. Hann segði, at hann hevði tosað við sóknarprestin, sum tá var K. Vilhelm Nielsen, og hann var…

Kirkjan á Skála
Ivaleyst hevur ígjøgnum longri tíð nógv verið tosað manna millum um at fáa bygt kirkju á Skála, og tá tingið í 1925 játtaði stuðul til kirkju á Selatrað, hevur hetta skundað undir at fáa gjørt nakað við kirkjumálið. Í fundarbókini viðvíkjandi Skála kirkju er fyrstu ferð skrivað 10. nov. 1929, tá fimm nevndarlimir møttust hjá…