Frágreiðing
“Kanada er eitt sindur eystari og ovari enn torveyguni á Grøvini. Upprunin til hetta heldur sjáldsama navnið á Skúvadali er einfaldur: Komið varð niður á sera gott torv her, men tað var ikki nógv undir. Hetta var um somu tíðina, sum fleiri føroyingar búsettust yviri í Kanada, tí har skuldi alt vera so gott, so hetta er eitt slags samburðarnavn. Einaferð, Pætur í Jógvansstovu (f. 1864) stóð og skar her, kom ein til hansara og spurdi: “Nú, Pætur, gott torv hjá tygum?” “Ja, tað er vist, tað verður summar inni og vetur úti hjá mær og Mariu (konuni , f. 1857), tá ið hetta verður brent,” svaraði Pætur.”
– Joensen, P.
Keldulisti
Joensen, P., f. 1920. Sunda Kommuna.







