Kropni

Klettur Oddi

Frágreiðing
Ein gomul søgn sigur, at ein risi, ið nevndist Kropni, búði í Risagrópunum í Oyndfjarðarfjalli. Einaferð skuldi hann leypa úr Risagrópunum og vestur á Múlan, men hann rakk ikki lopið, og stóratá kom í Múlagjógv – tí hava vit Múlagjógv. Og enn í dag stendur Kropni risi her vestan fyri Múlan. Kletturin sær so kropin út, har hann stendur, so tað er ikki so løgið, at fleiri halda, at navnið heldur man vera komið av útsjóndini enn av risanum.

Kelda: Dánjal í Katrinarstovu (Daniel Johannesen, f. 1895), Funningi. Sunda Kommuna.

Staðseting

62.316545°N -6.907293°W