Upprunin til navni
Navnið Førjaklettur (Føroyaklettur) er knýtt at teimum fyrstu fólkunum, sum komu til Føroyar. Sambært frásøgnini um landnám varð fyrsta landsetan gjørd í Funningslíð, har sett var niður á einum staði, sum teir nevndu Føroyakletturin (Visit Runavík). Navnið merkir eitt týðandi stað, har land varð “funnið”, og er eitt av gomlu staðarnøvnunum, sum speglar hvussu Føroyar fyrst vórðu nevndar og settar í samband við landnám (Visit Runavík).
Søgan sigur, at írskir munkar vóru her fyrst, men vórðu rikin burtur av víkingum (Dicuil, uml. 825). Grímur Kamban sigst hava komið í land í Funningi um somu tíð. Í frásagnum verður nevnt Føroyakletturin og áin 𝐅ø𝐫𝐣á / 𝐅𝐞𝐫𝐣á. – og økið varð kallað Føroyar.
Les meir um Grímur Kamban HER.
Keldulisti
Visit Runavík. Funningur og Grímur Kamban. Heinta 20.01.2026, frá
https://visitrunavik.fo/funningur-og-grimur-kamban/
Visit Runavík. Grímur Kamban. Heinta 08.012.2026, frá https://visitrunavik.fo/grimur-kamban/








