Ólavsøkugjógv

Gjógv

Frágreiðing
Ikki hevur eydnast at fingið uppspurt, hvørjum hetta heldur sjáldsama navnið kemur av. Viðmerkjast skal, at navnið Ólavsøkugjógv eisini er á Elduvíkslandinum – hinumegin fjørð. Ólavsøkugjógv er ein fitt gjógv við sandbotni. Í gomlum døgum plagdu funningsfólk at taka sand úr Ólavsøkugjógv. Sandurin varð brúktur til at skúra trægólvini við. Fitt av tara rekur upp í gjónni, og í kavanum um veturin er gjarna fult av seyði her. Her lívir so væl á høgættini, og so liggur seyðurin á taranum, tá ið einki annað er til matna. Landsynningur er ringur í Sáttarenni og á Funningsfirði sum heild, men teir gomlu søgdu, at á landsynningi er kortini mestsum stilli millum Ólavsøkugjógv og Hagagjógv. Meðan Gamlarætt her í Trøðni var í brúki, var meira lív í. Fjallmenninir komu við báti frá Gjógv, og bátarnir lógu bundnir her í gjónni. Kanska tykist okkurt dramatiskt at loða við hetta navnið, men einki sagnartilknýti tann vegin er kent.

Kelda: Sunda Kommuna

Staðseting

62.257411°N -6.960807°W