
Um okkum
Endamál
Felagið varð stovnað í februar 2018. Endamálið er at skráseta og staðseta øll staðarnøvn í Føroyum við myndum og knattstøðum. Hetta verður alt lagt á eina heimasíðu, sum síðani øll fólk í heiminum kunnu hyggja eftir. Hetta er tó mest til føroyingar.
Vit halda at hetta hevur stóran týdning fyri Føroya fólk og land, og á henda hátt kunnu varðveita øll staðarnøvnini í Føroyum, eisini við myndum, soleiðis at øll kunnu síggja hvar tey eru.
Heimasíðan
Tíðin er nú komin at vit halda, at vit kunnu fáa okkum eina heimasíðu sjálvir. Við góðari hjálp og góðum stuðlum, halda vit at vit klára tað fíggjarliga. Vit vilja soleiðis takka øllum stuðlum í samband við heimasíðuna. Aðrastaðni á síðuni, síggja vit hvør hevur stuðlað.
Heimasíðan hjá Staðarnøvnum er ætlað sum ein miðdepil fyri kunning um føroyskum staðarnøvnum: Øll staðarnøvn í Føroyum á einum palli.
Heimasíðan skal vera lætt at nýta og gera tað einfalt hjá almenninginum at finna staðarnøvn, staðseting og upplýsingar.
Búðmerki
Búðmerkið hjá Staðarnøvnum er sniðgivið sum eitt staðarmerki, ið vísir á sambandið millum stað, mál og landslag. Formurin minnir um eitt kortamerki, meðan linjurnar á búðmerkinum vísa landslag og náttúru, sum eru týðandi partar av føroyskum staðarnøvnum.
Samansetingin av teksti og mynd, skapar eitt greitt og nútímans eyðkenni, sum bæði vísir virðing fyri søgu og mentan, og peikar fram móti nútíð og framtíð.
Hugskotið eigur Ragnar Jacobsen, og Erla Mirmansdóttir hevur sniðgjørt.
